
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur vitjað tvær byggiverkætlanir hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum skjótt verða lidnar.
Fyrst varð vitjað í Lon 5 á Frælsinum, har Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum flytur inn aftur beint eftir summarfrítíðina. Øll lonin er høvuðsumvæld og nútímansgjørd, men við stórari virðing fyri byggilistini frá 60’unum, tá ið bygningurin var nýggjur.
Síðan varð vitjað á Kambsdali, har nýggj felagshøll er bygd í miðjuni av gomlu bygningunum, við nýggjum náttúruvísindaligum undirvísingarhølum á aðru hædd. Hetta fer at betra munandi um umstøðurnar í undirvísingini og at kunna savna allar næmingar á skúlanum til alskyns tiltøk. Eisini her verður flutt inn beint eftir summarfrítíðina.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at báðar byggiverkætlanirnar hava gingið væl, og at tær nú nærkast endanum.