14.11.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Vitja Serbreyt og Hægri Nám á Glasi

Vitja Serbreyt og Hægri Nám á Glasi
1 / 2

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur vitjað Serbreytina og Hægri Nám á Glasi. Una Joensen, rektari, tók ímóti saman við Finn Jensen, dekani fyri Hægri Nám, og Katrin Kvilt Olsen, samskipara á serbreytartoyminum. 

Byrjað var við Serbreytini, sum hevur verið virkin síðani 2015. Hetta er eitt sera væleydnað átak, sum vendir sær til tey, sum ikki taka vanligt miðnámsprógv vegna ymisk tarn. Skúlagongdin á Serbreytini tekur 4 ár og er lagað til førleikarnar hjá tí einstaka, sum kunnu mennast og gera tey meiri sjálvbjargin og luttakandi í samfelagnum. At øll ung eru í sama skúla er positivt fyri allar partar.

Hægri Nám og skeiðsvirksemi var síðani á skránni. Landsstýrismaðurin vitjaði í fleiri flokkum. Tað eru fjølbroyttar útbúgvingar, sum í stóran mun verða bodnar út í samstarvi við útbúgvingarstovnar í Danmark. Eitt tættari samband við Setrið verður ment í løtuni. Málið er, at tey ungu skulu hava fjølbroytt útbúgvingartilboð, soleiðis at tey velja at lesa í Føroyum.