
Fríggjadagin 26. septembur skipaðu Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum enn einaferð fyri Vísindavøku í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn.
Endamálið við vøkuni er at økja um áhugan fyri gransking og menning í samfelagnum.
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum vitjaði vøkuna og varð hugtikin av vavinum og hvussu væl granskarar og granskingarstovnar duga at miðla út um teirra virksemi.
Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við, og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.
Les meira um Vísindavøku her.