20.12.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Vetrarfrí verður í viku sjey komandi skúlaár

Vetrarfrí verður í viku sjey komandi skúlaár

Fráboðanin um frítíðir og frídagar í fólkaskúlanum 2024-2025 er send út til allar skúlarnar í Føroyum.

Vetrarfrítíðin verður komandi skúlaár tríggjar dagar í viku 7, mikudag, hósdag og fríggjadag 12.-14. februar. Harumframt fáa skúlarnir 2 frídagar at ráða yvir, ið teir sjálvir leggja.

Summarfrítíðin hjá næmingunum er hervið stytt við tveimum døgum.

Árliga skúladagatalið hjá næmingum fólkaskúlans verður framhaldandi 193 dagar.

Talan er um eina trý ára royndarskipan.

Fráboðanin um frítíð og frídagar í fólkaskúlanum skúlaárið 2024/2025 sæst her.