16.06.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Verulig gongd kemur nú á stóru kampusætlanina hjá Fróðskaparsetrinum

Verulig gongd kemur nú á stóru kampusætlanina hjá Fróðskaparsetrinum

Løgtingið hevur nú samtykt at fara undir verkætlanina at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum í Tórshavn. Í fyrsta umfari verða tekjan og útveggirnir á lon 5 umvæld, umframt at eitt fyribils parkeringsøki verður gjørt á fløtuni á Frælsinum. Ein heildarætlan fyri umvæling  og komandi nýtsluna av skúlabygninginum sum partur av Kampus verður nú fyrireikað.

Talan er um fyrsta stig í tí stóru kampusætlanini, ið leggur upp til at byggja umleið 3 bygningar á umleið 20.000 m2 tilsamans og at høvuðsumvæla umleið 8.500 m2, umframt parkeringskjallara.

Í komandi viku verður vinnandi uppskotið av arkitektakappingini til felagsbygning til Kampus avdúkað.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fegnast um, at tað nú kann farast undir ta spennandi verkætlan at gera eitt kampus, sum verður grundarlagið undir góðum lestrarumhvørvi og gransking, ið fer at flyta Fróðskaparsetrið inn í framtíðina.