03.10.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Útbúgvingarráðið til námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina tilnevnt

Útbúgvingarráðið til námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina tilnevnt

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, tilnevndi í vikuni útbúgvingarráðið til námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina.

Útbúgvingarráðið hevur til uppgávu at ummæla og umrøða alt, ið hevur við námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina at gera. Talan er eitt nú um at ummæla námsskipanir, lærugreinar og námsætlanir.

Limirnir í útbúgvingarráðnum hava øll holla vitan um arbeiðsøkini, ið útbúgvingin fevnir um.

Á myndini síggjast Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum og nýtilnevndi formaðurin fyri útbúgvingarráðið fyri námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina, Jakob Skaaning.

Limir í útbúgvingarráðnum eru niðanfyri standandi:

Jakob Skaaning, formaður, og Friðrika M. Kristiansen,varalimur.

Umboð fyri lærararnar: Rakul Nolsøe í Lágabø, limur, og Eir Jógvansdóttir Norðberg, varalimur.

Kommunufelagið: Jan Laursen, limur, og Bina Reginsdóttir, varalimur.

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum: Annika Antoniussen, limur, og Sigrid Vesturgarð, varalimur.

Hjálparfólkafelagið: Claus Højgaard, limur, og Eystan Elisson, varalimur.

Almannaverkið: Elken Holm Wentzlau, limur, og Jarvin Feilberg Hansen, varalimur.

Pedagogfelagið: Kára Danielsen, limur, og Jógvan Philbrow, varalimur.