09.10.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Trivnaðarkanningin 2023

Trivnaðarkanningin 2023
1 / 2

Kanning er gjørd millum næmingar í 5., 7. og 9. flokki

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur heitt á Námsvísindadeildina um at kanna trivnaðin og happing í fólkaskúlanum og tryggja, at kanningin kann samberast við undanfarnu kanningar, tó verða eisini didaktisk viðurskifti tikin við í hesi kanning. Kanningin varð handað landsstýrismanninum í undirvísingarmálum, Djóna Nolsø Joensen, 3. okt. 2023. Landsstýrismaðurin segði ma.: Eg takki kanningarbólkinum fyri tað arbeiði, tit hava gjørt at greina trivnaðin í fólkaskúlanum. Hetta var ikki tað úrslit, vit høvdu vóna at sæð. Serliga tí at kanningarnar, ið gjørdar eru frammanundan í  2007, 2015 og 2019 hava víst, at vavið av happing hevur verið støðugt minkandi við tveimum prosentstigum hvørja ferð frá 15% í 2007 til 11% í 2019.

Kanningin kann lesast her.

Røða, sum landsstýrismaðurin helt til handandina av trivnaðarkanningini.

Trivnaðarætlan

Eg takki kanningarbólkinum fyri tað arbeiði, tit hava gjørt at greina trivnaðin í fólkaskúlanum. Hetta var ikki tað úrslit, vit høvdu vóna at sæð. Serliga tí at kanningarnar, ið gjørdar eru frammanundan í  2007, 2015 og 2019 hava víst, at vavið av happing hevur verið støðugt minkandi við tveimum prosentstigum hvørja ferð frá 15% í 2007 til 11% í 2019. Vónin var tí, at gongdin fór at halda fram, men so er ikki, tí henda kanning vísir tað øvugta, at tað nú eru 17% sum siga seg verða happað. Hetta eru tvey prosentstig hægri enn í 2007.

Vit hoyra eisini um vantandi trivnað millum børn og ung í okkara grannalondum, men tað eigur ikki at verða ein umbering fyri gongdina her hjá okkum.

Tað er greitt, at úrslitini, sum kanningin vísir, ikki eru ein nøktandi støða, og at átøk eiga at verða sett í verk fyri at kunna venda gongdini. Einki er meira umráðandi, enn at næmingarnir trívast bæði í undirvísingini og í sosiala felagsskapinum í skúlanum. Skúlin er karmur um ein stóran part av teirra barna- og ungdómstíð, har næmingarnir eru í eini menningar- og búningartilgongd. Teir skulu læra, ogna sær fjølbroytta vitan, kunna nýta sínar ymsiku førleikar, samstarva og knýta vinarbond. Trivnaður er altavgerandi fyri lívsvirði hjá tí einstaka.

Í tí, sum sagt verður, so eru eisini glottar m.a, at næmingunum dámar at læra, sum skuldi verið ein fortreyt fyri undirvísingini og luttøku í sosiala felagsskapinum í flokkinum, at teimum dámar fríkorterini betur og siga, at teir altíð kunnu spyrja læraran. Hinvegin, so verður víst á, at tað er vantandi arbeiðsfriður, ikki altíð lætt at hoyra, hvat lærarin sigur, og at hugburðurin til lærugreinarnar er broyttur, har fleiri halda, at tær hvørki hava stóran týdning ella eru stuttligar.

Eg fari at nærlesa kanningina og viðgera niðurstøðurnar saman við mínum starvsfólkum. Eg eri tó sannførdur um, at tey átøk, sum eg havi í umbúna at seta í verk í fólkaskúlanum, at lækka næmingatalið í flokkunum, at styrkja  tvílæraraskipanina í yngru flokkunum, at menna flokslæraraarbeiðið, at stytta undirvísingardagin og at seta í verk eina skipaða eftirútbúgving fara at loysa fleiri av nevndu viðurskiftum bæði trivnaðarliga og fakliga. Tað eru næmingar, sum gera vart við, at skúladagurin er sera drúgvur. Eisini arbeiðið, sum verður gjørt at skipa næmingaráð í skúlunum, eigur at menna trivnaðin. Eg fari eisini at tryggja, at skúlarnir fáa innlit í úrslitini í egnum skúla og í samstarvi við Undirvísngarstýrið og Nám at veita skúlunum ráðgeving og hjálp at greina úrlitini og at seta átøk í verk.

Enn einaferð, takk fyri tykkara arbeiði.