22.10.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Tiltak um fakligan trivna

Tiltak um fakligan trivna

Í samstarvi við Miðnám á Kambsdali skipaði Nám mikudagin 22. oktobur fyri stórum heildartiltaki til allar lærarar, námsfrøðingar og leiðarar á yrkisnámi og gymnasialum miðnámi í Føroyum. Evnið á degnum var fakligur trivnaður og til tiltakið vóru fyrilestrar og verkstovur. 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður setti tiltakið og segði hann millum annað:

Tí er tað so týdningarmikið, at vit taka fakligan trivnað í stórum álvara. Tað snýr seg um at seta orð á, hvat fakligur trivnaður er – og hvussu vit kunnu arbeiða við honum í gerandisdegnum. Tað snýr seg um at skapa umstøður, har næmingar kenna seg fakliga tryggar, har tey tora at ivast og spyrja, og har tey tora at luttaka.


Røða hansara kann lesast her.