10.07.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Tænastur til børn við Downs syndrom

Tænastur til børn við Downs syndrom

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hevur í dag kunnað allar avvarðandi partar um tær tænastur innan mál- og samskiftismenning, sum frameftir verða veittar øllum børnum og ungum undir 18 ár, sum hava Downs syndrom.

Talan er um tænastur, sum Sernám veitir beinleiðis, umframt tvær tænastur, sum verða veittar umvegis Sernám frá privatum.

Sum dømi kann nevnast, at tað frameftir fer at verða møguligt hjá øllum avvarðandi hjá børnum og ungum við Downs syndromi at fáa Karlstad-ráðgeving.

Talan er um eina fyribils loysn, meðan arbeitt verður við at finna eina langsiktaða loysn, sum skal fevna um øll børn og ung við mál- og samskiftistrupulleikum, óansæð tørv og avbjóðing. Hetta arbeiðið er farið av bakkastokki, og hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið samskift við Almanna- og mentamálaráðið um, hvussu økið viðvíkjandi samskiftismenning kundi verið skipað betur.