06.05.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Styrktur málpolitikkur

Styrktur málpolitikkur

Á norðurlendskum ráðharrafundi í Stockholm 2. mai skrivaði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, saman við ráðharrum innan útbúgving og mentan úr øllum Norðurlondum, undir nýggja kunngerð um norðurlendskan málpolitikk.

Fyrsta norðurlendska málkunngerðin varð samtykt í 2006. Málkunngerðin er nú vorðin dagførd og vendir sær millum annað til avbjóðingarnar, sum eru innan talgildan og alheimsgerð. Nýggja kunngerðin leggur dent á týdningin, sum øll tey norðurlendsku málini hava: Svenskt, danskt, norskt, finskt, íslendskt, samiskt, grønlendskt og føroyskt. Harafturat verða teknmálini viðurkend, umframt móðurmálini hjá tilflytarum og fleiri minnilutamál, sum í nógv ár hava verið tosað í Norðurlondum. Dagførda kunngerðin vísir á týdningin, sum málini hava í einum breiðari samfelagsligum høpi, til tess at fremja fólkaræði og mentanarliga fatan.

Málkunngerðin kann lesast her.