16.02.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Styrkt flokslæraraskipan

Styrkt flokslæraraskipan

Í fíggjarlógaruppskotinum verður lagt upp til fleiri batar innan útbúgvingarøkið.

Ein av hesum er, at flokslæraraskipanin í fólkaskúlanum verður styrkt, soleiðis at fleiri tímar verða játtaðir til flokslærarar. Hetta er ein sera týðandi uppgáva í skúlanum, við atliti at trivnaðararbeiðinum í flokkinum, lærarasamstarvi, foreldrasamstarvi og kunning til bæði leiðslu og foreldur.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður leggur stóran dent á, at nakað munagott verður gjørt fyri at styrkja trivnaðararbeiðið í fólkaskúlanum og er hetta ein liður í hesum.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður leggur stóran dent á, at nakað munagott verður gjørt fyri at styrkja trivnaðararbeiðið í fólkaskúlanum, og er hetta ein liður í hesum.