14.04.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Stór smíl og reyðir kjálkar

Stór smíl og reyðir kjálkar
1 / 7

Fit First er eitt sera spennandi rørsluátak, sum fer fram í Vágs skúla í løtuni.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur luttikið sjálvur saman við 4. flokki í Vágs skúla.

Talan er um eina granskingarverkætlan, sum Fróðskaparsetrið stendur fyri við Helga Winter Olsen á Námsvísindadeildini, sum skrivar eina PhD verkætlan um virknaðin, sum rørsla hevur fyri likamligu og sálarligu heilsuna hjá børnum.

Í 10 vikur hava øll børn í Vágs skúla luttikið í Fit First rørsluvenjingunum, har tey hava havt rørslu 3 ferðir um vikuna umframt vanligu ítróttatímarnar. Øll børnini í Tvøroyrar skúla hava eisini luttikið í granskingarverkætlanini, men sum kontrolbólkur fyri at máta virknaðin, um børnini ikki hava hesa rørsluvenjingina.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað var sera gleðiligt at síggja, at øll børn vóru við í hesum rørsluvenjingunum, sum mest vóru at líkna við fjølbroytt spæl við nógvari ferð. Tað var deiligt at síggja stóru smílini og reyðu kjálkarnar hjá børnunum.

Meiri rørsla er heilt vist nakað, sum landsstýrismaðurin  kundi hugsað sær í skúlan, tí hetta kann spjaða gleði og trivnað, sum er til gagns fyri felagsskapin og læringina hjá øllum.