18.10.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Spennandi dagstovnagransking

Spennandi dagstovnagransking

Greta Jiménez vitjaði týsdagin Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, í sambandi við at hon fyri stuttum vardi ph.d. ritgerð um føroyskar dagstovnar.

Ritgerðin, sum er skrivað við Århus Universitet, hevur heitið “At reika i den færøske daginstitution – en de-kolonial undersøgelse af trivsel i daginstitutionspolitik og praksis i rigsfællesskabet”.

Greta greiddi í stuttum frá úrslitunum í ritgerðini, og hvørji eyðkenni vóru fyri føroyskar dagstovnar.

Landsstýrismaðurin takkaði fyri sera áhugaverda prátið og hevur ætlanir um at seta í verk meiri gransking innan hetta øki.