23.04.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Skúlastjórin í Vestmanna skúla í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum

Skúlastjórin í Vestmanna skúla í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum

Nýggi skúlastjórin í Vestmanna skúla, Kristianna Vinniedóttir, hevur verið og heilsað upp á Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann.

Henni dámar væl nýggja leiðslustarvið, sum hon tók við í heyst og letur væl at skúlanum í Vestmanna.

Tað hevur verið ein spennandi og lærurík tíð. Frammanundan hevur Kristianna verið fyrstilærari í Hvalvíkar skúla.

Hon er í gongd við at taka masterútbúgving í leiðslu á Setrinum, og er hetta góð barlast í einum leiðslustarvi.

Landsstýrismaðurin ynskir Kristionnu Vinniedóttir blíðan byr í starvinum.