26.09.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Skúlanæmingar vitja í Tinganesi

Skúlanæmingar vitja í Tinganesi

Í vikuni var forkunnug vitjan í Tinganesi. 6 flokkur í Skúlaum á Fløtum kom á gátt og vildi hoyra meira um, hvussu landsstýrið arbeiðir. Tíverri fekk Aksel V. Johannesen, løgmaður, ikki verið við, men í hansara stað tók Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ímóti.
 
Næmingarnir vórðu vístir runt í søguligu bygningunum í Tinganesi og hoyrdu um, hvussu landsstýrið arbeiðir, umframt at fáa høvi at seta landsstýrismanninum spurningar.

Ein góð og kveikjandi løta at vera saman við forvitnum børnum, sum settu fleiri áhugaverdar spurningar. Børnini eru framtíðin! Og tí gleðir tað meg altíð, tá tey eru áhugað í, hvussu okkara samfelag verður stýrt.

sigur Djóni Nolsøe Joensen um vitjanina.

Landsstýrismaðurin heilsaði næmingunum við, at hann vóniði at tey eisini luttaka aktivt í næmingaráðsarbeiði, tí tá eru tey ein týdningarmikil liður í fólkaræðinum.