29.05.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Samstarv við Frakland

Samstarv við Frakland

Franski sendiharrin í Danmark, Christophe Parisot, hevur verið á fundi við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann. 
Sendiharrin ynskti at skifta orð um útbúgvingarøkið, serstakliga hægri útbúgvingar og gransking. Komið var inn á evropeiska samstarvið um gransking við Horizon Europe og samstarvið millum hægri lærustovnar. Føroyar eru í eini tilgongd at blíva partur av Bologna avtaluni og útbúgvingarsamstarvinum Erasmus+. 
Franski sendiharrin vísti stóran áhuga fyri einum tættari samstarvi millum Frakland og Føroyar á øllum hesum økjum. Tað hevur stóran týdning fyri okkara luttøku, at vit hava góð sambond við stóru londini í Evropa, og landsstýrismaðurin fegnaðist um fronsku vitjanina.