
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur verið á móttøku á Húsarhaldsskúla Føroya í sambandi við, at byggingin av nýggja skúlanum er komin á mál. Sera nógv fólk vóru komin saman í nýggju stásiligu hølunum, og nógvar talur vóru hildnar.
Í sínari talu segði landsstýrismaðurin m.a., at “Her á skúlanum lærir næmingurin at røkja og handfara okkara egna tilfeingi – bæði tá talan er um mat og handverk, - og er hetta at síggja sum meir enn bara førleikar til tann einstaka næmingin, men er eisini ein íløga í framtíðar Føroyar».
Hesi orðini hóska væl til nýggja navnið á skúlanum – «Rótin», sum stjórin, Johanna á Tjaldrafløtti, avdúkaði á móttøkuni. Rótin ímyndar m.a. sambandið til upprunan. Øll røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.
Landsstýrismaðurin hevði eina gávu við frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum er eitt verk, sum Guðrun&Guðrun hevur gjørt. Verkið ímyndar ein bindiprøva, ið er ætlaður sum íblástur til næmingar á Rótini. Bindihátturin tekur støði í einum gomlum undirtroyggjumynstri. Í bindimynstrinum er stjørnan sett inn sum tekin upp á, at alt er møguligt. Tú kanst røkka stjørnunum, um tú vilt.