12.01.2026 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Røða til tiltakið "Øll við" hjá Parasport Føroyar

Røða til tiltakið "Øll við" hjá Parasport Føroyar

Parasport Føroyar skipaði í dag fyri setanar- og kunningartiltaki um verkætlanina "Øll við". Verkætlanin hevur til endamáls at tryggja, at øll børn og ung undir 18 ár – eisini tey, ið bera brek ella hava serligan tørv – fáa veruligan møguleika at luttaka í ítrótti og verða partur av einum felagsskapi.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum setti tiltakið. Hann segði m.a. í røðu síni soleiðis: 

Fyri mær eru íðkararnir innan Parasport og tey, sum eru um hesi, sermerkt av hesum: einum vilja av svørði, sum ferð eftir ferð hevur víst seg at bíta á harðasta stálið. Hesi menniskju vísa á ein heilt serligan hátt, hvat sannur vilji og dirvi er, og  siga hvør sína søgu um, hvussu tað loysir seg at hava eina vón fyri framman, eina vón um, at tað veruliga ber til at náa málinum, óansæð brek ella avbjóðingar.

Øll røðan kann lesast her. 

 

Verkætlanin "Øll við"

Verkætlanin Øll við hevur til endamáls at tryggja, at øll børn og ung undir 18 ár – eisini tey, ið bera brek ella hava serligan tørv – fáa veruligan møguleika at luttaka í ítrótti og verða partur av einum felagsskapi. Verkætlanin er sett í verk av Parasport Føroyum í samstarvi við Ítróttasamband Føroya og aðrar samstarvsfelagar.

Inklusjón, sosial heilsa og samstarv

Á tiltakinum verður sjóneykan sett á týdningin av inklusjón og sosialari heilsu í ítrótti, tørvin á tvørfakligum samstarvi og á politiska og samfelagsliga ábyrgd í sambandi við brekrættindi. Eisini verða føroyskar royndir við inklusjón í ítrótti lagdar fram, umframt fakligar framløgur og persónligar søgur, ið varpa ljós á virðið av at hoyra til.

Hví Øll við?

Kanningar og royndir vísa, at børn og ung við breki ella serligum tørvi íðka munandi minni enn onnur. Hetta er ofta ikki orsakað av manglandi áhuga, men av forðingum í umhvørvinum og vantandi atgongd til inkluderandi ítróttartilboð. Í Føroyum eru áleið 14.000 børn undir 18 ár, og smb hagtølum frá WHO kann væntast at minst 15% teirra bera okkurt brek.

Verkætlanin Øll við skal vera við til at minka um henda ójavna og skapa varandi, rúmligar loysnir í føroyskum ítróttarfeløgum.

Eitt felags ábyrgdarøki

Verkætlanin byggir á hugsjónina um, at ítróttur er meira enn venjing og kapping – ítróttur er eisini felagsskapur, trivnaður og lívsgleði. Umvegis Øll við verður arbeitt miðvíst við at menna vitan, amboð og samstarv, so føroyskir ítróttarfelagsskapir í størri mun kunnu rúma øllum børnum og ungum.

Setanartiltakið markar byrjanina av einari longri menningargongd, har Parasport Føroyar saman við samstarvsfeløgum og myndugleikum vilja arbeiða fyri, at øll børn hava rætt til at íðka – og at vera við.

Les meira um Parasport Føroyar og verkætlanina "Øll við" her.