13.09.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Røða til skúlaleiðaradagin

Røða til skúlaleiðaradagin

Góðu skúlaleiðarar

Tá eg hugsi aftur á mína tíð í Runavíkar skúla og um mín skúlastjóra, so minnist eg serliga aftur á  eina serstaka hending. Hetta var einaferð í skúlagarðinum, tá eg føldi meg keddan og einsamallan. Í tí løtuni var tað júst skúlastjórin Arne Ludvig, sum legði merki til mín og kom yvir til mín. Hann gav mær eitt vinaligt smíl og byrjaði síðan at tosa við meg um dystin hjá mær og mínum liði, sum hann hevði verið áskoðari til dagin fyri, og knappliga stóðu vit har í lívligum kjaki....

Hetta kann tykjast banalt og einki-sigandi, men fyri meg sum menniskja og næming hevði hetta alstóran týdning, og eg eri neyvan nakað eindømi! Arne gekk høgt uppí at rúma øllum, og serstakliga góður var hann til at taka sær av og hjálpa næmingum við serligum tørvi, og hvørja ferð eg reflekteri um hugtakið inklusión, so ímyndi eg mær, hvussu Arne fyrimyndarliga hevði rúmað hvørjum einstøkum næmingi.

At skúlastjórin, sum ofta er so upptikin við øllum møguligum, at hann steðgaði á og gav sær stundir til mín. Tað, tit brúka tykkara tíð og orku uppá, hevur sanniliga stóra ávirkan á bæði lærarar, foreldur, nærumhvørvi, bygdina og ikki minst á næmingar.

Tykkara gerðir og avgerðir hava týðandi avleiðingar fyri tykkara næmingar, og fyri framtíðina í Føroya landi, tí tað eru tykkara næmingar, sum í framtíðini koma at mynda og víðarimenna okkara samfelag. Tað er mín vón, at tit eisini minnast til at steðga á og hyggja rundanum tykkum, tað veri seg í lærarastovuni, í gongini og úti í skúlagarðinum. Um onkur tykist keddur ella einsamallur, ja so kunnu tit veruliga gera mun við at vísa teimum, at tú veruliga ert áhugaður í teimum, teirra trivnaði og menning. Tá í tíðini var inklusiónshugtakið sum so ikki at hoyra á manna tungu, tó er Arne Ludvig enn í dag mín fyrimynd í mun til inklusión, tí hann rúmaði øllum, og hetta má verða aðalmálið fyri inklusión.

Eg eri sannførdur um, at tá børn veruliga kenna seg sædd, hoyrd, og tá tey verða spurd, ja so skulu tey nokk koma við teirra íkasti. Og tá vit av heilum huga við forvitni spyrja tey, ja tá kunnu tey óivað gera okkum vaksnu varug við aðrar, øðrvísi og betri mátar at gera tingini uppá. Tá kunnu tey verða við til at síggja og menna nýggjar kreativar loysnir fyri skúlans virksemi.

Tí frøddi tað meg almikið, tá eg sá skránna fyri skúlaleiðaradagin í dag, har ljós verður varpað á  týðandi evnini barnarættindi og barnasýn. Tí sum eg nevndi omanfyri, hevur tað avgerandi týdning, at vit taka okkara børn og næmingar við upp á ráð. So seint sum í síðstu viku var ársfrágreiðingin frá 2022 frá Løgtingsins umboðsmanni til viðgerðar í Løgtinginum. Á síðu 48-49 í ársfrágreiðinginí var víst á kanning av næmingaráðum í fólkaskúlum, frískúlum og serskúla. Í kanningini, sum verður løgd fram her seinni í dag, varð m.a. víst á, at næmingaráð enn ikki vóru sett á stovn í fleiri skúlum, ið hava 5. flokk ella eldri floksstig. Hetta hóast tað er ásett í § 56 í Fólkaskúlalógini, at «Til hvønn skúla, ið hevur 5. ella eldri floksstig, stovna næmingarnir eitt næmingaráð.

Sum landsstýrismaður leggi eg stóran dent á, at tit lata tykkara næmingar sleppa til orðanna, at tit ikki bara hoyra og síggja, men sanniliga eisini hyggja og lurta eftir teirra gullkornum og virða teirra rætt at bera fram sína meining. Hetta er eisini í samsvari við grein 12 í Barnarættindasáttmálanum hjá ST um, at børn skulu hava rætt til frítt at geva síni sjónarmið til kennar í øllum viðurskiftum, ið hava við barnið at gera.

Við einum vælvirkandi næmingaráðið kunnu tit verða við til at tryggja næmingum tykkara teirra barnarættindi. Tískil vil eg í dag inniliga heita á tykkum skúlaleiðarar, ið enn ikki hava sett á stovn næmingaráð, um at fáa hetta framt skjótast til ber. Og legg til merkis, at eg í áðni segði VÆLVIRKANDI næmingaráð. Tí tað er ikki nøktandi bert at hava eitt næmingaráð sum eitt eiti, tí lógin sigur tað. Leikluturin hjá einum næmingaráðið skal ikki bert verða at spyrja til ráðs, tá undirhald og tílíkt skal fyriskipast. Eitt vælvirkandi næmingaráð eigur at verða tikið við upp á ráð, tá avgerðir skulu takast í skúlanum, sum hava ávirkan á barnsins skúladag.

Í Føroyum eru vit flest øll samd um, at Føroyar eisini í framtíðini skal verða eitt fólkaræðisligt samfelag, og at fólkaræðið tí støðugt má varðveitast, verjast og mennast. Ein góð byrjan til hesa fólkaræðisligu menning byrjar longu í okkara barnagørðum og víðari í okkara skúlum, har vit í mun til aldur og búning barnsins skulu stuðla teirra sjálvsmenning. Hetta gera vit í einum læruumhvørvi, sum í verki útinnir endamál fólkaskúlans, sum so fínt er orðað í § 2 í Fólkaskúlalógini, at næmingarnir: ‘kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.’

Við at tit stuðla næminginum til at hugsa sjálvstøðugt, til at seta kritiskar spurningar og at koma við vælgrundaðum grundgevingum, so vilja tit samstundis kveikja teirra áhuga til at luttaka, til at bjóða seg fram og til at verða vald í næmingaráðið. Hetta kann stimbra teirra áhuga til aktivt at menna felagsskapin, og í síðsta enda menna teirra tilvit um at virka fyri samfelagsins besta. Tit hava millum heimsins týdningarmestu størv, tí tit mynda okkara framtíðar borgarar, sum í framtíðini vónandi fara at spyrja sum Kennedy, um hvat tey kunnu gera fyri felagsskapin og fyri samfelagið...

Sum landsstýrismaður ætli eg sum skjótast (í samsvar við § 56, stk. 3 í fólkaskúlalógini) at gera leiðreglur fyri stovnan av næmingaráðum. Mín ambitión er, at vit kring alt landið fáa skúlar við vælvirkandi næmingaráðum, sum við egnari rødd og góðum grundgevingum tala sína sak. Harnæst at stovnsett verða møgulig næmingaráð í lokalumráðnum, tað veri seg í kommunum ella oynni, og at tað í síðsta enda verður stovnsett eitt næmingaráð fyri alt landið, sum er røddin umboðandi allar næmingar í føroyska fólkaskúlanum, sum á jaligan og konstruktivan hátt kunnu framseta síni ynskir, áhugamál og krøv.

Her seta vit barnið og næmingin í miðdepilin, tí hvør einstakur næmingur kann við støði í egnum kenslum og tankum venda sær til sítt næmingaráð, og fáa tey at umboða seg og bera fram síni sjónarmið. Eg havi tað barnasýn, at børn skulu sleppa at royna seg, lat tey endiliga gera mistøk og lat tey læra og vaksa av sínum feilum. Vit gera teimum eina bjarnatænastu við at gera ov nógv fyri tey og verja tey móti villum. Lat skúlan verða teirra trygga ‘laboratorie’, har tey eru trygg við at siga sína hugsan, læra at samskifta, samstarva og læra saman og av hvør øðrum.

Sum kunnugt er mær handað eitt álit við tilmælum um broytingar í fólkaskúlalógini. Her vil eg serliga raðfesta tilmælið um at minka floksstøddina, at tillaga og menna tvílæraraskipanina, at menna flokslæraraskipanina, eins og at raðfesta eftirútbúgving og førleikamenning av lærarum. Bólkar eru settir, sum arbeiða víðari við, hvussu tilmælini ítøkiliga kunnu setast í verk, og eftir ætlan verður sumt sett í verk longu frá komandi skúlaári. Og her í heyst eri eg sera spentur til aðalorðaskifti í Løgtinginum um fólkaskúlan.

Eitt tað fyrsta eg gjørdi sum landsstýrismaður var at raðfesta játtan til fleiri tímar at menna flokslæraran og til meira leiðslutíð til skúlaleiðslurnar. Tað hevur sera stóran týdning, at tit sum skúlaleiðarar hava góða tíð til at útinna námsfrøðiliga leiðslu. Heildarætlanin fyri kt-umsiting við m.a. skúlaneti og kervi+, er ein stór íløga í skúlaverkið, sum eg vænti og vóni fer at

lætta um og effektivisera tykkara fyrisitingarligu uppgávur, soleiðis at tit fáa meira tíð og orku til námsfrøðiliga leiðslu.

Um tit ikki hava tíð, orku og yvirskot til tykkara arbeiði, so varnast tit møguliga ikki tann kedda og troytta flokslæraran, sum hevur tørv á eini upplívgandi hond. Sjálvt um hann tá sýnir avvísandi atburð mótvegis tær, hevur tú so dirvi og áræði, til við einum smíli at insistera upp á kontakt. Megnar tú tá sum skúlaleiðari at vísa hesum lærara uppmerksemi og at upplyfta hann, ja so økir tú møguleikan fyri, at hesin lærarin seinni á degnum varnast gentuna ella dreingin, sum úti í skúlagarðinum følir seg keddan og einsamallan. Minnist til, at tykkara útsagnir, gerðir og atburður sum skúlaleiðarar, kunnu hava SERA jaliga ávirkan á tykkara starvsfólk, næmingar og í heila tikið á stemningin og mentanina í skúlanum. Ein góð gerð ella nøkur góð orð á vegnum kunnu gerast ein fylgisveinur hjá næminginum nærum alt hansara lív. Persónliga var eg sjálvur sera fegin um at ganga í einum skúla, har rúm var fyri teimum við serligum tørvi, og hetta vildi eg ikki verði fyriuttan. Hetta hevur lært meg alt um tolsemi og rúmligheit fyri øllum menniskjum, og hetta livi eg eftir hvønn tann einasta dag. Eg ynski mær ein slíkan rúmligan fólkaskúla kring allar Føroyar!

Her at enda vil eg takka fyri innbjóðingina, og at eg fái høvi til at bera tykkum eina heilsan her á skúlaleiðaradegnum. Eg ynski tykkum øllum ein góðan og áhugaverdan dag!