18. februar var kveikingardagur hjá SSP við evninum: "motivatión í roynd og veru". Dagurin innihelt fleiri kveikjandi fyrilestrar, ið á ymsan hátt løgdu fram um, hvussu vit í felag kunnu hjálpa børnum og ungum til betri trivna og menning.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, setti dagin. Røða hansara kann lesast her.
Hann segði m.a. í røðu síni:
Tí nógv børn og ung siga tað sama: Tey ynskja at hoyra til. At kenna seg møtt. At vera ein partur av onkrum, har onkur leggur merki til, um tey eru har – ella mangla. Tá ið vit síggja tekin um, at eitt barn ella ein ungur er við at missa takið /fótafestið, er tað avgerandi, at vit seta inn tíðliga. At vit arbeiða saman. At vit brúka tey amboð og ta vitan, sum vit hava.