Í dag varð skipað fyri kunningartiltaki um Rynkeby á torginum í SMS. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum helt røðu.

Røðan kann lesast her.
Landsstýrismaðurin segði m.a. í røðu síni soleiðis:
Í Føroyum standa vit saman. Tá ein familja verður rakt av álvarsligari sjúku, merkja vit tað. Vit kenna hvønn annan og hava áhuga í støðuni hjá hvør øðrum.
Og júst tí hevur tað stóran týdning, at vit hava ein felagsskap sum Rynkeby Føroyar.
Tit minna okkum á, at samhaldsfesti ikki bara er eitt orð – tað er handling.
Og júst tí hevur tað stóran týdning, at vit hava ein felagsskap sum Rynkeby Føroyar.
Tit minna okkum á, at samhaldsfesti ikki bara er eitt orð – tað er handling.