25.06.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Røða til kampus arkitektakapping

Røða til kampus arkitektakapping
1 / 3

Hósdagin 22. juni varð vinnarin av arkitektakappingini fyri kampusætlanina fyri Fróðskaparsetri Føroya funnin. Í tí sambandi helt Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum eina røðu.

Myndir frá tiltakinum, vinnarauppskotið Kampus Frælsi umframt álitið frá nevndini kunnu lesast her.

Røðan kann lesast niðanfyri.

Góðan dag øll somul!

Tað er ein stór løta, vit eru savnað um her í dag, nú vinnarauppskotið fyri høvuðsbygningin av kampusverkætlanini verður avdúkað. Hetta er eitt stórt fet í tilgongdini, sum yvir tíð fer at geva okkara fremsta vitanardepli, Fróðskaparsetri Føroya, eitt samlað universitetsumhvørvi, sum umframt at betra um hølisviðurskiftini, eisini fer at geva lesandi og starvsfólkum eina felagskenslu, um at vera partur av einum og sama universiteti – eina kenslu av einum styrktum felags samleika.

Fróðskaparsetur Føroya hevur í dag fleiri staðsetingar, har tær ymisku deildirnar húsast. Hóast vit væl vita, at Fróðskaparsetrið er størri enn hvør deild sær, so kann ein ímynda sær eitt brúkaraperspektiv, har fatanin av Setrinum bæði byrjar og endar við deildini, ein sjálvur er knýttur at. Hetta tí at tey lesandi og tey starvsfólk, sum virka á teimum einstøku deildunum, gerast tað fulla spenni í tí sosiala rásarúminum, sum hesi møta í gerandisdegnum.

Sostatt kundi ein sagt, at eitt spjatt universitet eisini gevur spjadd univers.

Men við tí strategisku kampusverkætlanini fara vit stigvíst móti at miðsavna og at sameina hesi univers, so at Fróðskaparsetur Føroya gerst ein lærdur háskúli, sum øll á Setrinum koma at hava eina felags fatan av.

Strategiska kampusverkætlanin fevnir um fleiri stig, og ikki einans um høvuðsbygningin. Hon snýr seg eisini um at umvæla Venjingarskúlan, og yvir tíð eisini at byggja deildarbygningar, sum koma at liggja upp at høvuðsbygninginum.

Fyri hvørt av hesum stigum, koma vit at síggja eitt alsamt meira miðsavnað Setur, sum kemur at styrkja um felagsandan á staðnum. Tað fer at skapa betri fortreytir fyri einum sterkum og sosialum lestrarumhvørvi, har lesandi í nógv størri mun kunnu koma í samband við onnur lesandi tvørturum deildirnar.

Hetta er týdningarmikið, tí kanningar vísa, at ein tann sterkasti faktorurin fyri sannlíkindini at fullføra eina útbúgving, er tað sosiala, sum fylgir útbúgvingini. Fleiri og sterkari vinabondini eru, lættari er at halda áfram at lesa, og øvut. At kampus so fer at savna tey lesandi, eigur tí serliga at merkjast á teimum smærru útbúgvingunum og á teimum útbúgvingum, har fráfallið er høgt.

Men hetta hevur sjálvandi eisini sína positivu ávirkan á hinar útbúgvingarnar, tí tá fleiri lesandi við fleiri fakligum bakgrundum koma saman, tá ber til at kjakast fakliga við útgangsstøði í teimum ymisku traditiónunum, sum tær ymisku útbúgvingarnar borga fyri, og er tað ikki júst hetta fjølbroytni, sum eigur at mynda eitt universitet?

Jú, eitt savnað kampus fer at hava stórar broytingar við sær. Og eitt, sum her er vert at nevna, og sum vit ikki skulu gloyma, er, at eisini tær fysisku rammurnar eru við til at mynda okkum sum altjóða universitet, tí við góðum fysiskum rammum kunnu vit lættari venda okkum úteftir við stoltleika. Hetta hevur týdning fyri atdráttarmegina á stovninum, bæði mótvegis okkara komandi lesandi og granskarum, og eg ivist ikki í, at tað við hesum koma at verða enn fleiri, sum fara at velja Setrið.

Men góðu áhoyrarar.

Ætlanin um eitt felags kampus er ein gomul ætlan, sum gongur heilt langt aftur, og fleiri ferðir hevur mann politiskt ynskt at fara undir at byggja. Hóast hesar undanfarnu ætlanir ikki hava borið á mál, so hava vit tey seinastu árini sæð eina breiða semju um at føra kampusverkætlanina út í lívið. Tað hava bæði henda og undanfarnu samgongur virkað og arbeitt fyri.

Men skulu vit fáa ætlan til veruleika, kann tað bert henda, um tann breiða semjan framhaldandi ger seg galdandi. Tí vil eg gera mítt til at varðveita hesa semju, og eg vóni, at eisini framtíðar politikkarar framhaldandi vilja stremba eftir, at øll henda samlaða ætlanin verður framd í verki.

Og eg eri optimistiskur.

Tí hóast undanfarnar ætlanir ikki eru bornar á mál, so kunnu vit í dag siga, at vit ongantíð áður eru komin so langt fram á leið, sum vit eru í dag, tí í seinastuni eru stór fet tikin.

Í mai undirskrivaðu vit skeytini um Frælsið og Hoydalar, og fyri góðari viku síðani samtykti Løgtingið at høvuðsumvæla Venjingarskúlan, sum bæði eru fortreytir fyri ætlanunum, sum fyriliggja.

Í dag avdúka vit sum sagt vinnaran av arkitektakappingini, og hóast henda kappingin snýr seg um sjálvan høvuðsbygningin, so er tað her, at arkitektoniska linjan verður sett fyri, hvussu bæði umvælingin av Venjingarskúlanum og framtíðar byggistig koma at síggja út.

Tí eru tekningarnar, sum her verða avdúkaðar, ikki bert ein brellbiti til tann felagsbygning, sum vit øll gleða okkum til, men vinnarauppskotið kemur eisini at mynda, hvussu vit ímynda okkum okkara samlaða og endaliga kampus.

At spenningurin nú er høgur, er onki at siga til, og sum tit síggja á øllum seks uppskotum, sum her eru løgd fram, so hevur tað ikki verið ein løtt uppgáva, sum dómsnevndin hevur fingið. Men eg ivist onga løtu í, at dómsnevndin hevur tikið eitt val, sum skal koma Setrinum og Føroya landi til góðar, og at vit her fáa ein bygning, sum vit kunnu vera errin av.

Við hesum orðum vil eg takka øllum luttakarum í kappingini fyri alla orku, sum er løgd í hesi seks megnar uppskot. Somuleiðis vil eg takka dómsnevndini, kampusbólkinum, Landsverki og annars øllum, sum hava havt við kappingina at gera.

Góða eydnu til tykkum luttakarar.

Takk fyri.