Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, setti í morgun evnisráðstevnuna hjá Útnorðurráðnum.
Evnið á fundinum hesaferð er ung við sálarligum avbjóðingum. Á ráðstevnuni fara ungfólk og vísindafólk úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum at hava framløgur og kjak um avbjóðingar, ið ung í útnorðri stríðast við, undir hesum sálarlig heilsa, sjálvmorð millum ung og rúsevnamisnýtsla.

Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.