
Røða hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, til aðalfund Føroya Lærarafelags leygardagin 26. apríl 2025.
Góðu lærarar, skúlaleiðarar og øll tit, sum brenna fyri føroyska fólkaskúlanum.
Takk fyri, at tit hava bjóðað mær at bera tykkum eina heilsan henda týdningarmikla dag, har tit lærarar fáa høvi at savnast - fyri at hyggja aftur, men enn meira fyri at líta framá og taka ábyrgd við at mynda framtíðina í føroyska fólkaskúlanum.
Eg ímyndi mær, at tit øll av og á minnast aftur á tykkara tíð sum læraralesandi.
Eg giti, at tey flestu av tykkum longu frá fyrsta degi møttu við spenningi, áhuga og forvitni, tá tit byrjaðu sum læraralesandi. Tey elstu av tykkum møttu kanska í einum flokki á Námsvísindadeildini – við blýanti og blokki, meðan tey yngru av tykkum nokk møttu við farteldu, teldli – ja ella møguliga við snildtelefon.
Men eg trúgvi, at tit øll hava tað til felags, at tit ikki hava valt lærarayrkið orsakað av pensum, próvtøkum og próvtølum. Tí tað snýr seg fyrst og fremst um menniskju.
Eg eri sannførdur um, at tykkara val at gerast lærari onkursvegna er neyvt knýtt at einum vilja at gera tað besta fyri næmingin.
Eg trúgvi, at ein tann størsta gleðin við at verða lærari, er tá tit veruliga kenna á tykkum, at tit hava ment eitt sterkt tilknýti til næmingin, har næmingurin hevur fult álit á tykkum og tykkara undirvísing og vegleiðing.
Í fyrstu starvslæruni fingu nøkur tykkara møguliga ein praksis-skelk, men eg trúgvi tann lærdómurin kann hava havt stórt virði, tí tá lærdu tit, at tað ikki er nokk bert við VITAN um námsfrøði, frálærufrøði og undirvísing.
Tá fingu tit høvi at royna tykkum í veruligum undirvísingarstøðum við kanska 26 næmingum í eini floksstovu. Tá fingu tit møguleika at praktisera tað ástøði, sum tit høvdu lært á skúlabeinkinum.
Vit kunnu siga, at tykkara vitan tá meira gjørdist til vísdóm. Ein munur á vitan og vísdómi er nevniliga, at við vísdómi verður røtt vitan praktiserað á rættan hátt. Við øðrum orðum er hetta, tá tit í verki útinna lærarayrkið á fyrimyndarligan hátt.
Ein undirvísari á læraraskúlanum segði einaferð, at: «útlærdur lærari ert tú ikki, fyrr enn tú hevur undirvíst í minsta lagi 5 ár». Í dag kunnu vit spyrja, um vit nakrantíð verða útlærd?
Møguliga er tað júst, tá vit føla okkum útlærd, at vit hava brúk fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan?
Í øllum førum mugu vit ongantíð heilt gevast við at reflektera, fundera og undrast.
Tí hóast tit hava tykkara læraraútbúgving og eru liðugt útbúgvin sum lærarar, so verða vit ongantíð liðugt búgvin sum menniskju. Í tykkara interaktión, relatión og samskifti við næmingarnar er tað altíð týdningarmikið at vera opin fyri, um onkur støða kundi verið handfarin øðrvísi.
Hetta er serliga týdningarmikið, tá vit hava upplivað keðiligar støður við næmingum, at vit tora at hyggja inneftir og spyrja okkum sjálvi, er tað okkurt, sum vit kundu havt gjørt øðrvísi, sum eg kann læra av til eina aðru ferð?
Í hesum sambandi er tað av stórum týdningi, at lærari ikki stendur einsamallur við møguligum avbjóðingum og truplum støðum. Tað er umráðandi, at lærarar kunnu reflektera, ráðleggja og eftirmeta SAMAN eitt nú í flokstoymum.
Tað er eisini í samsvari við hetta, at eg fegin vil, at lærarar fáa betri møguleikar at samstarva, og eisini tí vil eg styrkja og víðka um tvílæraraskipanina. Hervið fær næmingurin eisini meira tíð saman við sínum lærara, samstundis sum lærarin fær meira tíð saman við næminginunum.
Vit hava samtykt at minka næmingatalið til í mesta lagi 22 næmingar í hvørjum flokki, og við lægra næmingatalinum í hvørjum flokki, og við fleiri lærarakreftum í kraft av styrktari tvílæraraskipan snýr hetta seg eisini um, hvussu vit best megna at røkka næmingunum.
Við smærri flokkum og við øktari tvílæraraskipan gerst undirvísingin - alt annað líka - meira inkluderandi og betri tillagað. Samstundis skal hetta verða við til økja um orkuna, bindindini og arbeiðsgleðina hjá næmingunum.
Vit skulu betra um dygdina av tvílæraraskipanini við Co-teaching, og við samlæring fáa lærarar saman høvi at fyrireika, útinna, eftirmeta og samstarva um undirvísingina, har málið er at styrkja fakligu úrtøkuna, trivnaðin og inklusjónina.
Eg havi játtað pening til tríggjar verkætlanir í sambandi við samlæring bæði í Stranda skúla, á Skúlatrøð og í Eysturskúlanum, og eg eri sera spentur at frætta, hvussu hetta fer at hilnast. Arbeiði er ígongd við førleikamenning og at fyrireika komandi skúlaár, leggja tíðarætlan v.m.
Apropos royndar- og menningarvirksemi, so eri eg eisini ógvuliga spentur at frætta frá royndarverkætlanini við styttum skúladegi í Skúlanum á Fløtum, hvat tey hava lært og fingið burturúr.
Vit mugu tillagað skúlan til samtíðina og framtíðina.
Føroyski fólkaskúlin stendur í dag á einum sterkum grundarlagi, men hann hevur brúk fyri varandi menning.
Hann hevur brúk fyri politiskum dirvi, fakligum innliti og praktiskum vilja til bæði at lofta og lyfta øll børn – ikki bert á pappírinum, men í flokshølum kring alt landið.
Vit mugu viðurkenna, at tíðin er farin frá skúlanum vit høvdu í ídnaðarsamfelagnum, tá ein lærari var einsamallur uppi við pultin við fleiri eini 24 næmingum í flokkinum, sum passivt lurtaðu og móttóku undirvísing.
Tað krevur meir enn bert fakligt innlit at vera lærari í dag.
Vit hava ein broyttan veruleika, har samfelagið, næmingar, tøknin og undirvísingin er broytt. Lærarin í dag arbeiðir í einum floksrúmi, har næmingarnir skulu hoyrast, síggjast – og takast við upp á ráð. Tey skulu ikki bara læra – tey skulu læra at skapa saman við øðrum, har tey kunnu verða við til at mynda undirvísingina og harvið sína egnu læring.
Hetta hevur sett nýggj, størri og øðrvísi krøv til læraran, og hetta krevur, at eg sum landsstýrismaður og vit sum myndugleikar gera okkara til at stuðla hesum læraraleiklutinum.
At vit tryggja karmarnar fyri trivnaði, fyri námsfrøðiligari menning, fyri samstarvi og fakligheit.
Ein lærari skal ikki bara verða dugnaligur – hann skal eisini trívast.
Góður trivnaður smittar, og ein dugnaligur lærari, sum sjálvur útstrálar gleði, orku og íblástur, hann kann smitta næmingarnar við orku og íblástri.
Í hesum sambandi vil eg nevna ein, sum livdi, undirvísti og lærdi við hesi sannføring.
Frits Johannesen – lærarin, listamaðurin, kórleiðarin og menniskjað.
Hann var lærari í 41 ár í Fuglafirði, men hann var eisini nakað meira - hann var ein skapari. Hann segði einaferð:
“Tað týdningarmesta er ikki, at næmingurin lærir tað, eg vil læra hann. Tað er, at hann upplivir at fáa lut í læringini sjálvur.”
Hetta er kjarnin. Ein skúli, har læringin ikki bert er fyrilestur, men samskapan. Har børnini hava tíð og umstøður at fordjúpa seg – at spæla við tónar og litir og tankar.
Hetta er í samsvari við skúlan eg droymi um, har næmingarnir við stórum áhuga kunnu menna síni skapandi evnir, tá teir sum virknir luttakarar uppliva læringina sum eina livandi, spennandi og skapandi prosess. Har lærarin er vegleiðari og viðspælari, og ikki bert ein miðlari.
Og í so máta var Frits ein fyrimynd. Hann vísti okkum, hvat tað merkir at vera lærari í djúpastu merking – og vit skulu hava dirvi at halda áfram, har hann slepti.
Vit kunnu tó ikki leggja alla ábyrgdina av at bera eina fjølbroytta og krevjandi skúlauppgávu eina og aleina á læraran. Um vit veruliga vilja hava ein inkluderandi, góðan og fjøltáttaðan fólkaskúla, so krevst, at tit lærarar fáa tryggar, varandi og skipaðar karmar, har faklig menning og eftirútbúgving er sjálvsagdur partur av tykkara arbeiði.
Vit mugu raðfesta at bjóða tykkum møguleikar at menna tykkum fakliga, bæði innan inklusjón, samlæring, tvørfakligt samstarv og námsfrøðiligar hættir til at handfara ein fjøltáttaðan veruleika.
Tað er ikki bara ein rættur tit hava krav til, men ein íløga, sum alt samfelagið fær ágóðan av.
Tørvurin á eftirútbúgving er ikki nýggjur, hinvegin er tað alsamt meira greitt, at tørvurin á eftirútbúgving er djúpt rótfastur og alneyðugur fyri at møta teimum fakligu og námsfrøðiligu avbjóðingum, sum nútíðar skúlin og næmingar krevja.
Serliga nú tit lærarar møta nýggjum og fjøltáttaðum avbjóðingum, sum krevja dagførda vitan og øðrvísi námsfrøðiligar førleikar eitt nú við fleiri tvímæltum næmingum.
Í nøkur ár hevur skipanin av eftirútbúgving hjá tykkum lærarum verið ov tilvildarlig og ov avmarkað.
Hetta kann hava havt við sær, at fjarstøðan er vaksin millum gerandisdagin í skúlastovuni og ta vitan, sum krevst fyri at liva upp til dagsins og framtíðar krøv í fólkaskúlanum.
Hetta hava vit gjørt nakað við, og nú eru betri tídir á veg.
Nýggjur leistur fyri at skipa skeið og eftirútbúgving er mentur í tøttum samstarvi millum Nám, Undirvísingarstýrið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Sernám og Námsvísindadeildina v.fl., har endamálið er at skapa eina greiða, samanhangandi og samskapandi skipan av eftirútbúgving, sum er lagað til samtíðarinnar tørv og krøv.
Nú tá lærarar fáa bjóðað tey røttu viðkomandi skeið og eftirútbúgvingar gerast teir virknir partar í einum lærandi skúla, har teir mennast og fáa íblástur og hugskot frá hvørjum øðrum, har netverk og fakligir felagsskapir vaksa.
Skipanin er bygd á fýra leiðir, sum eru heildartiltøk til allar lærarar, tiltøk fyri einstakar skúlar, styttri faklig skeið og longri formellar eftirútbúgvingar.
Skipanin tekur atlit at veruliga tørvinum á fakligari førleikamenning og er liður í eini burðardyggari visjón fyri fólkaskúlan, har lærarar, leiðarar og námsfrøðingar verða virknir luttakarar í at menna sítt egna fak.
Hetta er eitt stig móti einum lærandi skúla, har førleikamenning ikki verður mett sum eyka átak, men sum ein sjálvsagdur og integreraður partur av arbeiðinum.
Hetta snýr seg ikki bara um vitan og førleikar, men eisini um tykkara fakliga tryggleika, starvstign og tykkara møguleika at menna tykkum, so tykkara kensla av at kunna gera mun verður økt.
Ein góð eftirútbúgvingarskipan er ein fortreyt fyri einum veruliga inkluderandi og góðum læruríkum skúla, har børn og ung fáa ta bestu undirvísing frá teimum bestu lærararunum.
Ein lærari, sum støðugt fær møguleika at mennast, hjálpir næmingum at vaksa.
Vit mugu saman tryggja, at fólkaskúlin ikki stendur í stað – men livir og mennist við tíðini.
Tað krevur, at vit seta orku í trivnað, lærarasamskapan, samlæring og førleikamenning.
Vit liva í eini tíð við samfelagsligum fjølbroytni, tøkniligum frambrotum og altjóðagerð í einum støðugt broytiligum heimi, sum kunnu seta nýggj og øðrvísi krøv til skúlan.
Tí er alneyðugt, at vit eru før fyri at tillaga skúlan, har vit megna at skapa læringsumhvørvi, har øll børn kunnu menna seg. Vit mugu tora at menna, umskipa og taka ábyrgd av okkara framtíðar skúla. Eg droymi um ein skúla, har øll børn kenna seg virdan sum ein veruligan part av einum læringsfelagsskapi, sum gevur teimum rúmd, tíð og umstøður at blóma.
Takk fyri tykkara eldhuga, tykkara dirvi. Og takk fyri, at tit krevja og virka fyri, at hvør næmingur – og hvør lærari – fær møguleikan at trívast og mennast í einum livandi læringsumhvørvi.
Tá lærarin trívist – trívist næmingurin eisini.
Takk fyri!