27.04.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Røða í sambandi við finaluna í Pangea Føroyar

Røða í sambandi við finaluna í Pangea Føroyar

Finala í støddfrøðikapping, NLH - 27. apríl 2024

Góðu næmingar, lærarar, foreldur og onnur, sum hava stuðlað og hjálpt til og ikki minst tit, sum skipa fyri kappingini, Pangea Føroyar. Tykkara arbeiði hevur stóran týdning. Tit gera eitt stórt arbeiði at menna áhugan hjá næmingunum fyri støddfrøði. Eg takki fyri høvið at bera næmingunum og tykkum øllum eina heilsan her í dag, nú kappingin endar.

Pangea er heitið á heiminum, sum vísindafólk halda var til fyri 300 milliónum árum síðani. Eitt risastórt land, sum rakk heilt frá Evropa til Australia, og sum merkir allur heimurin. Hetta er so langt síðani í okkara tíðarrokning, at vit hava ilt við at skilja, at broytingarnar hava tikið so langa tíð til tann heimin og teir heimspartar, sum vit hava í dag.

Albert Einstein, sum enn í dag er ein tann mest viðurkendi granskarin innan alisfrøði og nútíðar vísindasøgu, hevur víst á tann stóra týdning, ið støddfrøðin hevur. Hann fekk m.a. nobelvirðisløn í alisfrøði, serliga við atliti at relativitetsteoriini umframt fleiri aðrar virðislønir. Sagt verður, at hann hevði ein serligan áhuga og tokka til støddfrøðina og hevur sagt, at støddfrøði er tað mál ella amboð, sum Várharra hevur nýtt til at skapa alheimin. So stóran týdning helt hann støddfrøðina hava.

Allar lærugreinir hava sín serliga týdning bæði handverks- og listarligar lærugreinir, náttúruvísindaligar, málsligar og samfelagsligar. Vit menniskju eru so ymisk, og tí er tað so umráðandi, at tann einstaki fær nýtt sínar serligu førleikar, hevur ymiskar lærugreinir og fær roynt ymiskt virksemi í sínari skúlagongd og uppvøkstri. Vit skulu virða hvør annan og tey ymisku evni, vit hava. Tað hevur alstóran týdning at læra at lesa og skriva, men støddfrøðin hevur eisini ein avgerandi týdning, tí hon er eitt amboð í so mongum lívsins viðurskiftum.

Støddfrøði er ein partur av okkara gerandisdegi, og eisini liður í so at siga øllum fyriskipanum bæði við atliti at tíð, fyrireiking og tilfari, antin tað so er eitt arbeiði, ítróttur ella spæl. Hugsi bara um handaligu lærugreinirnar, smíð, handarbeiði og køksarbeiði, so skulu tit máta, viga og rokna bæði nøgd av tilfari, umframt skap og stødd á tí, tit tilevna. Hugsi um ein húsasmiður ikki dugir at nýta Pythagoras, ein kokkur ikki dugir at rokna nøgd av kjøti til eina veitslu ella ein skipasmiður ikki dugir at rokna evnistyngd.

Støddfrøði er amboð í flestu vinnugreinum, og tí eru tað eisini nógv størv, sum krevja, at viðkomandi hava førleika innan støddfrøði sum part av síni útbúgving, innan verkfrøði, teldufrøði, búskaparfrøði, lívfrøði, jarðfrøði, læknafrøði fyri at nevna nøkur øki, men eisini innan matvøruídnað, og at framleiða videospøl og appir. Í hesi vikuni vann føroyski bólkurin NEXUM tann heiður at gerast nr. 1 í íverksetarakapping, sum var hildin í Kolding í Danmark millum næmingar í Danmark, Grønlandi og Føroyum. NEXUM eru næmingar í Runavíkar skúla, sum hava gjørt uppskot til eina app.

Tit hava nú síðani innleiðandi kappingin byrjaði 9. januar savnað tykkum um støddfrøðina. Tað vóru 1460 næmingar, sum vóru tilmeldaðir, og nú eru tit 35, sum eru komin í finaluna, 5 í hvørjum árgangi frá 3. til 9. flokk. Endamálið er at styrkja og vekja áhuga tykkara fyri støddfrøði, og at tit læra at nýta støddfrøðina sum eitt amboð bæði í undirvísingini og í praksis. Vónandi hevur hetta verið ein spennandi tíð, har tit hava roynt tykkara hugflog, funnið loysnir og ment tykkara vitan í støddfrøði, men eisini, at tit hava havt góðar upplivingar í felagsskapi saman við øðrum næmingum. Í Pangea kappingini verður eisini hugsað um felagsskap, har slagorðið er: Rokning sameinir.

Tað mest umráðandi er, at tit gera tykkara besta, og at tit samstundis duga kynstrið at stuðla hvørjum øðrum, læra av hvørjum øðrum og gleðast saman um nádd úrslit.

Eg ivist onga løtu í, at tit eru spent at síggja úrslitini, tí at kapping er spennandi. Í kapping er tað eisini ofta onkur, sum verður skuffaður, tí viðkomandi ikki náddi at verða best ella millum tey bestu. Fegnist heldur um, at tit øll hava nátt langt og eru komin í finaluna.

Pangea var allur heimurin, og hjá tykkum ungu bíðar heimurin við sínum møguleikum og avbjóðingum. Einstein helt støddfrøðina vera partur av alheiminum, og at hon var bæði týdningarmikil og spennandi. At duga støddfrøði gevur tykkum nógvar møguleikar bæði at velja útbúgving og arbeiði.

Eg vóni, at tit hava havt ein góðan dag við spennandi avbjóðingum og góðum upplivingum. Eg ynski tykkum alt tað besta og blíðan byr víðari í skúlagongd og læring. Tit eru framtíð okkara, og uttan tykkum var eingin kapping. Takk fyri tykkara luttøku, Eg fari eisini at veita fyriskiparunum eina stóra tøkk fyri teirra arbeiði at varpa ljós á og menna støddfrøðiundirvísingina.

Takk fyri.