23.01.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Røða hjá landsstýrismanninum á aðalfundi hjá Yrkisfelagnum Miðnám

Røða hjá landsstýrismanninum á aðalfundi hjá Yrkisfelagnum Miðnám

Fríggjakvøldið 20. januar 2023 flutti Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fram røðu á aðalfundinum hjá Yrkisfelagnum Miðnám. Lívligt orðaskifti var aftaná røðuna, tá fundarluttakarar fingu høvið til at seta spurningar og siga sína hugsan.

Í røðu síni legði landsstýrismaðurin dent á, at tað hevur stóran týdning, at limirnir í felagnum verða hoyrdir og tiknir við, tá møguligar broytingar skulu gerast á gymnasiala miðnámsskúlaøkinum.

Brot úr røðuni:

“Sum heild kunnu vit siga, at undir eini miðnámsútbúgving búnast næmingarnir nógv, og eru tit við til at geva næmingunum ítøkiligar fakligar førleikar, ið teir kunnu brúka víðari. Men ikki bara eru tit við til at geva næmingunum ítøkiligar fakligar førleikar, tit eru eisini við til at geva næmingunum neyðugu amboðini til at hugsavna seg, at støðga á og hugsa sjálvstøðugt, kritiskt og reflekterandi í eini tíð, har alt gongur skjótari og skjótari og evnini hjá okkum øllum til hugsavnan eru avbjóðað av eitt nú sosialum miðlum og skjótari, og kanska stundum, yvirfaldiskari vitan. Frá tykkum fáa næmingarnir amboðini til veruligt djúphugsni.”

Nógv ymisk evni vóru havd á lofti undir orðaskiftinum, eitt nú var støðan hjá lærugreinum innan fremmandamál á miðnámsskúlaøkinum umrødd, og ynskir vóru sett fram um at endurskoða próvtøkuhættir nú nýtslan av tilgjørdum vitleika (articifial intelligence) og telduforritum er alsamt vaksandi.

Les røðuna her.