12.03.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Røða á aðalfundi Føroya Pedagogfelag

Røða á aðalfundi Føroya Pedagogfelag

Røða hjá Djóna N. Joensen, landsstýrismanni, á aðalfundi Føroya Pedagogfelag

Góðu námsfrøðingar og hjálparfólk.

Fyrst av øllum vil eg takka fyri heiðurin at vera boðin við á aðalfund tykkara í ár at halda gestarøðuna!

Í dag er 11. mars, aðalfundur er, og í kvøld verður borðhald og í nátt dansur. Við vøku í morgin kunnu vit fegnast um, at Tjøldrini fara at koma, og hetta ber okkum boð um, at heitari vindar eru ávegis við lýggjari luft, og at tað fer at lýsna fyri degi…Eg eri sera sera spentur uppá komandi ljósari tíðir í mun til tað námsfrøðiliga økið…

Tykkum kunnugt hava vit skipað okkum í eitt heilt nýtt Barna- og útbúgvingarmálaráð. Hetta er skipað við íblástri úr Íslandi, har eitt líknandi ráð hevur verið í nøkur fá ár. Royndirnar úr Íslandi hava verið sera góðar, og í Føroyum eru vit farin undir eina líknandi tilgongd, sum verður skipað eftir leisti lagað til føroysk viðurskifti. Visiónin er, at Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í. Øll børn og ung skulu hava tryggar og góðar karmar, sum tey mennast og mentast í, til tess at tey blíva heil menniskju, sum kunnu liva og virka í einum rúmligum fólkaræðisligum samfelagi, har øll trívast og mennast.

Børn- og ung, sum hava tørv á hjálp og stuðli, skulu fáa tær neyðugu tænasturnar so tíðliga og munadygt sum møguligt, og tí skulu vit hava eina skilagóða fyriskipan, ið skal tryggja sameining og samskipan av fjølbroyttum tænastum. Vit hava javnan hoyrt um, at børn- og ung detta niður ímillum stovnar, skipanir og geirar. Hetta vilja vit fyribyrgja við okkara nýggju samskipan, har barnaverndarøkið og Gigni nú eru savnað saman við dagstovnaøkinum, útbúgving og gransking í nýggja Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Tað týdningarmesta av øllum, sum vit áhaldandi mugu minna hvønn annan á, er, at BARNIÐ skal vera í miðdeplinum. So mugu vit fakfólk, stovnar og myndugleikar menna okkara skipanir kring barnið soleiðis, at tær gerast so smidligar, samansjóðaðar og samanhangandi sum til ber. Saman um barnið skulu vit varðveita og uppbyggja góðar og greiðar mannagongdir til frama fyri barnsins besta. Júst hetta var beinrakna heitið á tilmælinum, ið Dagstovnaráðið fyri kortum handaði mær. Í hesum sera viðkomandi áliti eru 15 tilmæli, ið kunnu verða við til at styrkja dagstovnaøkið. Bæði sum námsfrøðingur, og sum landsstýrismaður við yvirskipaðu námsfrøðiligu ábyrgdini av dagstovnaøkinum, havi eg seinastu tíðina gjølla nærlisið hetta frálíka álit við 15 tilmælum um, hvussu vit kunnu tryggja, at børn fáa góðar, tryggar og mennandi umstøður á dagstovnaøkinum.

Børn við serligum tørvi hava mína hægstu raðfesting, og í hesum sambandi vil eg styrkja Sernám og sernámsfrøðiligu tænasturnar á barna- og ungdómsøkinum. Børnini í Skúlanum á Trøðni skulu fáa bestu umstøður, har tað veruliga verður sett inn við námsfrøðiliga at stimbra tey so nógv sum yvirhøvur til ber, soleiðis at tey veruliga mennast og koma væl víðari í lívinum. Skúlin skal hava betri fysiskar umstøður, har millum annað ábøtur mugu gerast við at uppstiga skúlagarðin.

Á barnaverndarøkinum havi eg ætlanir um, at so nógv sum yvirhøvur gjørligt má gerast fyri at forða fyri, at børn ið verða sett heiman, verða flutt til Danmarkar. Tískil skulu okkara barnaverndarstovnar hjá landinum styrkjast munandi og fakliga uppstigast. Somuleiðis skal bøtast munandi um rættartrygdina og hjálpina til foreldur at børnum, ið verða sett heiman. Hetta kann ítøkiliga gerast við, at tað beinanvegin skal standa teimum í boði at fáa ein stuðulspersón knýttan at teimum, sum tey kunnu venda sær til við sínum ivamálum, spurningum og stúranum.

Flestum kunnugt er høvuðsavbjóðingin á námsfrøðiliga økinum í dag vantandi starvsfólkaorka. Hetta ger seg eisini galdandi á øðrum arbeiðsøkjum í samfelagnum, tó hetta er serliga galdandi á umsorganarøkinum, har tit starvast. Ein temafrágreiðing frá Búskaparráðnum á vári 2021 vísti, at tað fór at verða álvarsligur tørvur á starvsfólkum á vælferðarøkinum komandi árini. Tí varð sett gongd á eitt tvørgeiraligt arbeiði á embætismannastigi til tess at lýsa trupulleikarnar nærri og at koma við boðum uppá, hvat kann gerast fyri at tálma starvsfólkatrotinum, og fyri at tryggja, at tænastustøðið á umsorganarøkinum verður útint á fakliga fullgóðan hátt. Burturúr arbeiðinum kom frágreiðingin ‘Í góðum hondum’, har uppskot til loysnir eru orðaðar.

Henda samgongan tekur hesa avbjóðing í allarstørsta álvara, og vit hava nøkur ítøkilig boð uppá loysnir, sum kunnu styrkja námsfrøðiliga økið eins og umsorganarøkið sum heild.

Á námsfrøðiliga økinum er ikki bert talan um starvsfólkatrot, men so sanniliga eisini trot á útbúnum námsfrøðingum. Á dagstovnaøkinum liva vit til dømis enn ikki upp til ásetingina í dagstovnalógini um, at í minsta lagi 2/3 skulu vera námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 hjálparfólkatímar.

Sum tað fyrsta hava vit tískil raðfest upptøku av tveimum flokkum av námsfrøðilesandi á Námsvísindadeildini tey komandi árini, og longu í august í ár er ætlanin at taka upp tveir flokkar við námsfrøðilesandi, og pengar eru settir av í nýggja fíggjarlógaruppskotinum til at taka ein flokk inn afturat í august.

Í samráð við Námsvísindadeildina hava vit arbeitt við tilgongd at gera tillagingar í námsfrøðiútbúgvingini, soleiðis at størri dentur verður lagdur á dagstovnanámsfrøði, samstundis, sum serøkið verður styrkt í útbúgvingini.

Í hesi áðurnevndu tilgongd við at tillaga námsfrøðiútbúgvingina, hevur Pedagogfelagið verið til hoyringar. Hetta málið hevur eisini verið til viðgerðar í samstarvsráðnum fyri námsfrøðiútbúgvingina, har hetta málið somuleiðis er á dagsskrá til komandi fund í samstarvsráðnum tann 30. mars. Nevndin í Pedagogfelagnum hevur sítt umboð í hesum samstarvsráðnum, har møguleiki er at gera sína ávirkan galdandi í mun til at tillaga námsfrøðiútbúgvingina.

Harumframt vil eg arbeiða fyri at gera tað høgligari og lættari hjá hjálparfólkum at nema sær námsfrøðiútbúgving, eitt nú við meritútbúgving ella ískoytisskeiði. Ætlanin er at gera tað smidligari og skjótari hjá eitt nú starvsfólkum við hollum starvsroyndum at lesa til námsfrøðing. Hetta við at stytta um lestrartíðina, samstundis sum tað skal bera til at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Kanningar í Føroyum hava jú eisini víst, at stórur áhugi er fyri hesum, um so er, tey kunnu arbeiða sum hjálparfólk ímeðan, og samstundis fáa góðskrivað arbeiðsroyndir.

Men tað loysir ikki alt við at útbúgva fleiri til námsfrøðiliga økið. Vit mugu avgjørt eisini bøta um arbeiðsviðurskiftini, arbeiðstíðina og starvsfólkanormeringina. Men vit sleppa heldur ikki uttanum spurningin um lønarviðurskiftini hjá teimum, ið starvast á námsfrøðiøkinum. Her vil eg sjálvur sum landsstýrismaður, og vit sum samgonga, arbeiða fyri einum lønarlyfti! Somuleiðis verður framhaldandi arbeitt við okkara nevndu ætlanum um at stytta arbeiðsvikuna.

Harumframt vil eg virka fyri at bøta um arbeiðsumstøðurnar við hóskandi krøvum til fysisku kringumstøðurnar bæði inni og úti, nøktandi tíð til námsfrøðiligt arbeiði og hóskandi starvsfólkaorku. Á serøkinum eitt nú á stovnum hjá Almannaverkinum, skulu teir námsfrøðingar, ið hava tíð, orku og umstøður at taka eitt eyka tørn, hava møguleika at taka eyka vaktir. Námsfrøðingar starvast á alsamt fleiri starvsøkjum, t.d. í skúlum og enntá á røktarheimum. Innan skúlaøkið eiga allir námsfrøðingar at vera javntstillaðir viðvíkjandi arbeiðsviðurskiftum og løn,

Onkuntíð hoyri eg frá fólki, at vit námsfrøðingar mugu tosa meira jaligt um okkara arbeiðsøkið, soleiðis at vit kunnu skapa betri umdømi, tign og virðing fyri okkara fakøki úti í samfelagnum. Alt gott um hetta. Eg haldi sjálvur, at vit áhaldandi eiga at vísa á avbera stóra menniskjaliga og samfelagsliga ágóðan og týdningin av okkara arbeiði.

Ítøkiliga kann hetta gerast við at vísa til granskingarúrslit, ið júst staðfesta henda veruleika, og sum kunnu veita próvførslu fyri, at hetta ikki bara eru leys uppáhald. Sum dømi kunnu serliga nevnast tvær stórar langtíðargranskingarverkætlanir, sum vísa á ta ávirkan, ið dagstovnar hava á lívið hjá børnum, bæði fyribils, men eisini sum frá líður seinni á lívsleiðini. Nærri kunning um hesar báðar kanningarverkætlanir eru m.a. at finna í áðurnevnda áliti frá Dagstovnaráðnum.

Somuleiðis hevur búskaparfrøðingurin og nobelprísvinnarin James Heckman víst á jaligu langtíðar fylgjurnar av dygdargóðum dagstovnum. Og hetta kunnu tit ’selja’ til politisku skipanina, tí her er altso eisini talan um BÚSKAPARLIGA ágóðan av ’íleggingum’ í okkara minstu børn….Júst í hesum døgum er Heri á Rógvu saman við embætisfólki úr Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við í norðurlendskum arbeiðsbólki saman við embætisfólkum og granskarum úr hinum Norðurlondunum. Hesin arbeiðsbólkurin arbeiðir júst við hesum spurninginum um tær sosio-økonomisku fylgjurnar av dygdargóðum dagstovnum.

Vit kunnu eisini øll verða enn raskari til enn meira og oftari at varpa ljós á tær góðu søgurnar, sum tit dag og dagliga uppliva í tykkara arbeiði á námsfrøðiliga økinum. Eg eri sannførdur um, at hvør einasti ein av tykkum, sum er her í dag, við bara eitt lítið sindur av umhugsni, kemur til hugs um onkra søgu, ið vekir sterkar kenslur! Frásagnir um hendingar, har tú hevur gjørt nakað gott, har tú hevur gjørt TAÐ GÓÐA fyri onnur menniskju. Hvat var orsøkin til, at tú valdi júst námsfrøðiyrki? Er svarið ikki ofta, tí tað er so meiningsfult at royna at gera tað rætta og góða fyri onnur menniskju! Hvør tann einasti ein av tykkum, sum eru til staðar her í dag, tað veri seg tit, sum starvast innan barnaøkið, ungdómsøkið, almannaøkið, sosialøkið, serøkið, eldraøkið, skúlaøkið, í frítíðarskúlum og í stovnum innan almannaverkið o.s.fr. Hvør sum ein gera tit hvønn tann einasta dag nakað munagott fyri tykkara medmenniskju, har tit við tykkara fakførleikum, umsorgan og empatisku evnum veruliga røkka teimum og eru við til at skapa størri meining, innihald og dygd í teirra lívi!

Eg var so heppin at verða boðin við til aðalfundin hjá fakliga áhugabólkinum Dagstovnanámsfrøði í Føroyum, og har gjørdist eg serliga fegin at síggja, hvussu ófør tey eru til at fortelja tærgóðu, gevandi og læruríku søgurnar frá veruliga arbeiðslívinum, bæði í facebookbólkinum, men eisini í teirra blaðútgávu. Eg kundi staðið her allan dagin og greitt frá jaligum, gevandi og áhugaverdum frásøgnum frá arbeiðinum á námsfrøðiliga økinum, men tit skulu víðari í skránni.

Tó kann eg nevna eitt dømi afturat, sum eisini hevur alstóran týdning, og tað er málið, málmenningin og samskifti sum heild. Tað hevði nevniliga stóran týdning fyri meg at fáa hetta við í samgonguskjalið, at meira tíð skal vera til námsfrøðiligt virksemi, trivnaðarskapan og málsliga menning millum børn.

Leygardagin 14. januar var eg til sera spennandi tiltak hjá felagnum Føroyamál, har evnið var ‘Børnini og mál okkara’. Umframt áhugaverdu framløguna hjá Sissal Rasmussen um orðfeingi og orðtøku hjá smábørnum, var tað sera upplyftandi at hoyra námsfrøðingin Kristu Hvannastein siga frá, hvussu tey arbeiða við menning og upplestri hjá smábørnum á stovni. Tað er sera hugaligt, tá vit deila vitan og ríka hvønn annan við íblástri og egnum royndum. Í hesum sambandi er tað sera umráðandi, at vit sum myndugleikar, ið varða av námsfrøðiliga økinum, tað veri seg bæði lands- og kommunumyndugleikar, at vit LURTA eftir tykkum, tykkara royndum og søgum. Tí tað eru jú TIT, sum arbeiða á ymsu økjunum, sum hvønn tann einasta dag á eygnahædd eru saman við og um okkara børn, ungu, eldru og um tey við serligum tørvi.....

Somuleiðis fegnist eg stórliga um jaligu søgurnar og greinarnar, sum javnan eru at lesa í Pedagogblaðnum, her eru tekstir, ið sanniliga geva hugskot, vitan og íblástur til okkum námsfrøðingar.

Stóra tøkk til tykkum í nevndini í Pedagogfelagnum fyri tykkara megnar arbeiði til frama fyri limirnar í felagunum, og í heila tikið takk fyri tykkara arbeiði fyri tí námsfrøðiliga økinum sum heild.

Tað er sera gleðiligt við aktivum og arbeiðssomum fólkum í nevndini.

Sjálvur síggi eg fram til komandi dagar nú tað fer at vára og lýsna, har millum annað arbeiðsbólkur skal setast at arbeiða við áliti í mun til komandi endurskoðan av dagstovnalógini, nýtt dagstovnaráð fer at verða sett og saman við avvarðandi stovnum og myndugleikum fara vit saman at menna námsfrøðiliga økið sum heild. Tit námsfrøðingar eru bulurin undir okkara vælferðarøki, og tað er sera umráðandi, at vit sum samfelag tryggja tykkum góðar arbeiðsumstøður, soleiðis at tit støðast, mennast og trívast í tykkara starvi.

Her at enda vil eg ynskja tykkum øllum ein framhaldandi góðan aðalfund, eitt gott borðhald, og sum heild vil eg ynskja tykkum blíðan byr í komandi tíðum!...

Takk fyri øll somul - eg ynski tykkum ein framhaldandi góðan aðalfund!