Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur luttikið á reisigildi á Tekniska skúla í Klaksvík í sambandi við at nýggj aula verður bygd.
Tað var Landsverk, sum er byggiharri, ið skipaði fyri reisigildinum, sum var hildið fyri handverkarum, ráðgevum og øllum øðrum, sum eru partur av arbeiðinum.

Reisigildið var ein góð løta at fegnast um, at arbeiðið gongur væl. Í síni talu nýtti landsstýrismaðurin høvið at ynskja øllum, sum arbeiða við verkætlanini, góða eydnu við víðari arbeiðinum, sum eftir ætlan skal verða liðugt í heyst.
Røðan kann lesast her.