05.09.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Rásin nýggjar karmar

Rásin nýggjar karmar
1 / 6

Tað var ein sera fegin landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, sum í dag kundi halda røðu í sambandi við at útbyggingin av Rásini í Saltangará er liðug. Næmingar og starvsfólk vóru somuleiðis glað fyri nú at kunna virka í nýggjum snotiligum karmum.

 

Byggingin byrjaði í 2023 og hevur gingið sera væl. Tað er Malltek úr Klaksvík, sum hevur verið høvðusarbeiðstakari, og Landsverk hevur verið byggiharri. Stór móttøka var á Rásini, har nógv fólk vóru komin saman at fagna stóru útbyggingini, sum ger, at næmingatalið í skúlanum kann tvífaldast frá 7 til 14 næmingar, og upptøka kann verða á hvørjum ári.

Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.