06.06.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Ráð teirra lesandi á vitjan

Ráð teirra lesandi á vitjan

Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetinum hevur vitjað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann. Tey trý umboðini vóru Poul Kjartan Matras, forfólk, Harriet Dam og Petur Simonsen.

Tey lesandi vildu skifta orð um ymisk viðurskifti, sum hava við lestrarumstøðurnar á Setrinum at gera, eitt nú byggiverkætlanin Kampus og ætlanir við lestrarbústøðum vóru umrødd. Eisini var tosað um studning og luttøku í altjóða lestrarsamstarvinum Erasmus+, sum tey lesandi eru spent at blíva partur av. Trivnaður er somuleiðis sera umráðandi fyri, at tey lesandi hava eitt gott og virkið lestrarumhvørvi. Hetta virkar Ráð teirra lesandi fyri at skipa, og landsstýrismaðurin gevur hesum sín fulla stuðul. Landsstýrismaðurin vísti teimum runt í hølunum hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og takkaði fyri vitjanina.