28.02.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Prógv í dag

Prógv í dag

Hesin raski og fitti ungi maðurin, Teitur Andrias Mouritsen, ið ger el-arbeiði hjá okkum í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í dag, fær handað prógv sum elektrikari á Glasi í dag. Lærutíðin hjá honum endar í september í ár.

Vit ynskja Teiti hjartaliga til lukku við próvnum.

Vit ynskja Teiti hjartaliga til lukku við próvnum.

Umhugsar tú at fara undir eina yrkisútbúgving eru møguleikarnir nógvir. Til ber at lesa alt um yrkisútbúgvingar her.

Yrkisútbúgvingar

Ein ørgrynna av yrkisútbúgvingum eru at velja ímillum.

Útbúgvingarnar eru bygdar upp soleiðis, at lærlingurin skiftir ímillum verkliga læru á arbeiðsplássi og skúlagongd. Í nógvum yrkisútbúgvingum ber til at taka skúlagongdina í Føroyum, eitt nú tá talan er um húsasmið, bilsmið, elektrikara ella hárfríðkara. Snýr tað seg um aðrar útbúgvingar, t.d. málara, múrara, KT-supportara, miðlagrafikara o.a., er skúlagongdin í Danmark, ímeðan lærutíðin fer fram á føroyskum arbeiðsplássi.

Les meira her.