08.04.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Øll hava rætt til eitt mál

Øll hava rætt til eitt mál

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur í vikuskiftinum luttikið á norðurlendsku IAKM Ráðstevnuni 2024, sum í ár var í Føroyum.

Tað var IAKM Føroyar, sum er eitt áhugafelag í Føroyum, sum arbeiðir fyri rættinum hjá øllum at læra, brúka og menna mál og samskifti, sum stóð fyri ráðstevnuni.

Heitið á ráðstevnuni í ár var ” Øll hava rætt til eitt mál”.

Umframt at seta ráðstevnuna fríggjadagin, luttók landsstýrismaðurin eisini á einum pallborðsfundi leygardagin, har umboð frá MEGD, JAVNA og Sirið Stenberg,  landsstýriskvinna í Almanna- og mentamálaráðnum, eisini luttóku.

Røða hjá landsstýrismanninum kann lesast her.