10.12.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Nunnuskúlin 90 ár

Nunnuskúlin 90 ár
1 / 3

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, luttók á 90 ára hátíðarhaldinum hjá Sankta Frans skúla fríggjadagin 8. desember, har hann eisini helt eina røðu og handaði skúlanum ein málning til heiðurs. Tað var ein sera hugnalig og hugtakandi løta, har børnini settu dám á tiltakið við vøkrum sangum, sum tvey kór framførdu.

Eitt fyri teimum yngru børnunum, og eitt fyri teimum eldru. Eisini lærararnir sungu fyri nógvu gestunum, sum vóru komin saman henda morgun at minnast stovnanina av skúlanum. Umframt skúlastjóran, Aslaug Olsen, og borgarstjóran, Heðin Mortensen, so helt forkvinnan í næmingaráðnum, Sigrið Hansdóttir, eisini eina fína røðu.

Einaferð vóru nunnurnar bulurin í lærarahópinum í hesum serstaka privatskúla, sum bleiv kommunalur skúli í 1995. Hóast ongar nunnur longur undirvísa í skúlanum, so eru nógvir siðir varðveittir í skúlanum, og mentanin er tann sama. Tær seinastu nunnurnar takka fyri seg og flyta úr Føroyum í juni mánaði komandi ár. Sannast má, at tær hava gjørt eitt munagott avrik fyri føroyska samfelagið í meiri enn 90 ár.

Røðan, sum landsstýrismaðurin helt, var í barnahædd, og tók støði í føðingardegnum hjá Pippi. Røðan kann lesast her.