25.09.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Nú kemur vetrarferian

Nú kemur vetrarferian

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ætlar komandi skúlaár at seta í verk eina viku vetrarfrí í fólkaskúlanum, sum skal verða í viku 7 á hvørjum ári. Ætlanin er, at vetrarferian skal vera galdandi í eini royndartíð í 3 ár.

Landsstýrismaðurin hevur havt fund við Føroya Lærarafelag, Felagið Heim og skúla, Skúlaleiðarafelagið, Kommunufelagið og Pedagogfelagið, har henda ætlan varð umrødd.

Uppskotið er nú sent út til allar skúlaleiðslur t.v.s. skúlastjórar, varaskúlastjórar, fyrstilærarar og einalærarar, umframt øll næmingaráð kring landið, soleiðis, at eisini hesi fáa høvi til at siga sína hugsan um ætlanina.

Hoyringsfreistin er 6. oktober.

Hoyringsskrivið kann lesast her.