Norðurlendsk netverksráðstevna endað við heilsan frá landsstýrismanninum

Í døgunum 25.–26. september var norðurlendsk netverksráðstevna um námsætlanir og próvtøkur hildin í Havn.
Á ráðstevnuni luttóku umboð úr øllum Norðurlondum, og dentur varð lagdur á, hvussu førleikar kunnu yvirførast úr námsætlanini inn í gerandisdag næminganna, og hvussu vit kunnu styrkja bæði fatan og luttøku hjá børnum í fólkaræðisligum tilgongdum.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, endaði ráðstevnuna, og legði hann í heilsanini dent á stóra týdningin at raðfesta og leggja orku í útbúgving og fólkaræði.
Landsstýrismaðurin vísti á sterku siðvenjuna í Norðurlondum við at deila vitan og at læra av hvørjum øðrum, og at hetta er ein styrki hjá okkum, sum á henda hátt í felag menna skúlan í øllum Norðurlondum.
Røðan kann lesast her.