22.02.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Nevndarlimir í Spyr Meg hava vitjað landsstýrismannin

Nevndarlimir í Spyr Meg hava vitjað landsstýrismannin

Týsdagin vitjaðu Herdis Johnsdóttir Johannesen, forkvinna, Meiken S. Olsen og Lennart Magnussen, sum eru í nevndini í Spyr Meg, Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum. Erla Marr Poulsen, sum eisini eri í nevndini, hevði forfall.

Fundurin var sera áhugaverdur, og vóru serliga hesi mál umrødd:

  • Serligt skipað miðnám: upptøkan, starvsvenjing og tilknýti til arbeiðsmarknaðin
  • Útbyggingin av Rásini
  • Skúlagarðurin á Skúlanum á Trøðni

Landsstýrismaðurin fegnast um, at hesi ungu fólkini eru so ábyrgdarfull og eldhugað í sínum arbeiði.

Spyr Meg er undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna.