07.02.2026 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Mennandi rundferð á fólkaskúlum

Mennandi rundferð á fólkaskúlum

Landsfevnandi dagstiltak fyri øllum starvsfólkum í fólkaskúlanum hevur seinastu tvær vikurnar verið hildið á átta fólkaskúlum kring landið. Talan var um fakliga rundferð hjá NÁMI og Námsvísindadeildini við heitinum: “Tann professionelli í skúlanum í dag”.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, setti dagin, har hann vísti á týdningin av fakligheit, trivnaði og læringsfelagsskapi í fólkaskúlanum. Røðan kann lesast her.

Endamálið við heildartiltakinum hevur verið at styrkja fakligu mentanina í skúlunum og at varpa ljós á, hvussu fólkaskúlin kann mennast í einum broyttum samfelagi. Á degnum vóru verkstovur og framløgur um m.a. inkluderandi sernámsfrøði, co-teaching, relatiónsførleikar og trivnað, og varð dentur lagdur á samstarv og fakliga menning í gerandisdegnum.