09.03.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Megd heilsaði uppá

Megd heilsaði uppá

Týsdagin 7. mars 2023 vóru umboð fyri MEGD á fundi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Talan var um ein óformellan fund, har høvið var at heilsa upp á landsstýrismannin, vísa á mál í samgonguskjalinum og onnur mál, sum eru viðkomandi fyri teirra, ið bera brek og limafeløgum teirra.

Á myndini eru Bárður Atlason Ísheim, Djóni Nolsøe Joensen og Tóra við Keldu.