26.01.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Lítliskúli vitjar

Lítliskúli vitjar
1 / 2

Børnini í innskúlingini í Lítlaskúla í Havn hava vitjað í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Hetta er aðru ferð innan fyri stutta tíð, at børn hava verið framvið í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum fegið vil verða fatað sum eitt opið ráð.

Tað vóru 24 børn úr 1. til 3. flokki, sum saman við 4 lærarum og námsfrøðingum komu at vitja. Hvønn týsdag skipar skúlin fyri, so næmingarnir koma út at síggja okkurt spennandi, sum kann eggja børnunum at læra.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, greiddi frá, hvat tað merkir at vera landsstýrismaður, og hvussu tann politiska skipanin virkar. Landsstýrismaðurin er áhugaður í at hoyra røddina hjá børnum og leggur stóran dent á, at allir skúlar skipa næmingaráð. Í Lítlaskúla hava tey næmingarráð, og hetta fegnast landsstýrismaðurin um. Næmingarnir høvdu fyrireikað spurningar, sum landsstýrismaðurin svaraði, so børnini skiltu.

Aftaná ótu tey sín matpakka og fingu okkurt søtt omaná frá ráðnum, sum takkaði fyri eina hugnaliga vitjan.