Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fegnast um, at Løgtingið við 3. viðgerð hevur samtykt, at lestrarstuðulin hækkar við 1000 kr. um mánaðin hjá teimum, sum lesa hægri lestur.
Við hesi broyting fer lestrarstuðulin í Føroyum at vera á leið á sama støði, sum í Danmark. Málið við hesi broytingini er at betra um fíggjarligu umstøðurnar hjá lesandi í Føroyum og samstundis eggja fleiri ungum at lesa í Føroyum. Broytingin fer at verða galdandi frá komandi lestrarári.