05.05.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Leiðslustørv leys at søkja í fólkaskúlanum

Leiðslustørv leys at søkja í fólkaskúlanum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sóknast eftir dugnaligum leiðarum, ið hava áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum, til setanar 1. august 2023.

Tvey leiðslustørv eru leys at søkja við freist tann 22. mai 2023.

Talan er um starv sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla, umframt tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla.

Les lýsingar niðanfyri:

- Fyrstilærari í Kaldbaks skúla

- Tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla