24.02.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Landsstýrismaðurin ynskir tætt samstarv um yrkisútbúgvingarnar

Landsstýrismaðurin ynskir tætt samstarv um yrkisútbúgvingarnar

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, luttók í vikuni á fundi hjá Yrkisútbúgvingarráðnum. Nógv ymisk mál vóru umrødd á fundinum, men serligur dentur var lagdur á trípartasemjuna millum partarnir á arbeiðsmarknaðinum og tað almenna. Ætlanir eru um, at seta fleiri átøk úr semjuni í verk.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum, eins væl og yrkisskúlarnir, hava síni umboð í Yrkisútbúgvingarráðnum.

Yrkisútbúgvingarráðið hevur til uppgávu at viðgera alt ið viðvíkur yrkisútbúgvingunum og er talan um eitt tilmælandi ráð, ið ger tilmæli til landsstýrismannin; eitt nú tilmælir um nýggjar yrkisútbúgvingar, vísa á tørv á broytingum í lógarverkinum og sum heild vera við til at framtíðartryggja yrkisútbúgvingarnar.

Partarnir vóru samdir um, at neyðugt er við tøttum samstarvi millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Yrkisútbúgvingaráðið, fyri at seta neyðug átøk í verk á økinum.