24.02.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Landsstýrismaðurin vitjaði Glasir

Landsstýrismaðurin vitjaði Glasir
1 / 3

Djóni Nolsøe Joensen, var og vitjaði Glasir. Skipað var fyri rundvísing og kunning um tað rúgvismikla virksemi sum er á Glasi.

Eitt nú fekk landsstýrismaðurin høvið til at síggja sveinaroyndir hjá húsasmiðjum.

Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1500 lesandi og 250 starvsfólkum. Glasir bjóðar gymnasialar miðnámsútbúgvingar, yrkisútbúgvingar og hægri nám.