Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, tók í byrjanini av landsstýrisskeiðinum avgerð um at styrkja seksualkunningina til tey ungu, sum nógv søgdu var ov vánalig. Í samráð við Gigni var avgjørt at fara undir eina nýggja skipan, har heilsufrøðingar stóðu fyri kunningini í øllum miðnámsskúlum í landinum.

Gigni hevði nú boðið landsstýrismanninum at luttaka til eina slíka kunning í einum flokki á Glasi, har tær samstundis handaðu honum blómutyssi og takkaðu honum fyri tíðina sum landsstýrismaður.

Tað er umráðandi, at tey ungu eru væl kunnað um seksualviðurskifti, sum kunnu verða torfør hjá nógvum at tosa um. Hetta er avgjørt eitt gott stig tann rætta vegin, kundi landsstýrismaðurin staðfesta eftir luttøkuna.

Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvi at heilsa upp á næmingar og starvsfólk á klædnaatstøðiútbúgvingini, sum var so nógv umrøtt herfyri. Landsstýrismaðurin er glaður fyri, at ferð nú fer at verða sett á arbeiðið at endurskoða útbúgvingarnar innan klædnaatstøði og tilvirkisatstøði, soleiðis at hesar kunnu blíva heilar yrkisútbúgvingar. Tað er hugtakandi at síggja allan kreativitetin, sum er á einum slíkum staði.

Landsstýrismaðurin vitjaði somuleiðis hárbreytina, har allar genturnar vóru í gongd við at læra handverkið at klippa.