18.06.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Landsstýrismaðurin til setanina av Special Olympics

Landsstýrismaðurin til setanina av Special Olympics
1 / 4

Tað var ein sera stórfingin setan av altjóða ítróttafagnaðinum Special Olympics í Berlin leygarkvøldið, har Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, luttók sum alment føroyskt umboð.

Hetta er ein ítróttastevna, sum virkar fyri, at øll í heiminum eru saman um ta inkluderandi hugsjónina, har rúm er fyri øllum, og øll kunnu virka í felagsskapi. Slagorðið á stevnuni er ”Unbeatable Together” -  Standa vit saman, vinnur eingin á okkum.

Tað var týski forsetin Steinmeier, sum setti leikirnar. Tað eru meiri enn 7.000 luttakarar úr 170 av heimsins londum, sum standa saman um Special Olympics, og eisini vit føroyingar eru við.