26.11.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Landsstýrismaðurin heilsaði Fosturforeldrafelagnum

Landsstýrismaðurin heilsaði Fosturforeldrafelagnum

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur luttikið á 25 ára hátíðarhaldinum hjá Fosturforeldrafelagnum, har hann eisini bar fram eina røðu og takkaði fosturforeldrum fyri teirra stóra arbeiði.  

Fosturforeldur er ein sera týðandi partur í okkara barnaverndarskipan, sum nú hevur virkað í 20 ár eftir galdandi lóggávu. Við kærleika hava fosturforeldur latið heim síni upp fyri børnum, sum tørvaðu tryggleika og umsorgan. Børnini eru vorðin partur av familjuni, og hóast tað mangan hevur verið trupult, eru nógvar sólskinssøgur. Tað er tørvur á at eftirhyggja barnaverndarøkið og fosturforeldreaskipanina, so alt passar betur til dagsins samfelag. Hetta arbeiði verður sett í gongd sambært arbeiðssetningi, sum er fyrireikaður.  

Røðan kann lesast her.