25.11.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Landsstýrismaður hitt nýsettu skúlastjórarnar í Sumba og á Velbastað

Landsstýrismaður hitt nýsettu skúlastjórarnar í Sumba og á Velbastað

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur havt vitjan av nýggju skúlastjórunum í Sumbiar skúla og úr Velbastaðar skúla.

Djóni Nolsøe Joensen, Rannvá Matras-Olsen og Amy Thomsen høvdu eitt fínt og áhugavert prát um tey evni, sum hava týdning fyri fólkaskúlan, og um hvussu vit saman kunnu tryggja framhaldandi góðsku, læring og trivnað í føroyska fólkaskúlanum.

At enda nýtti landsstýrismaðurin høvi at ynskja Rannvá og Amy blíðan byr í nýggja starvinum sum skúlastjórar.