09.06.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Krabbamein, sum rakar børn og ung

Krabbamein, sum rakar børn og ung

Krabbameinsfelagið hevur verið á fundi við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, um virksemið hjá felagnum, sum rættar seg móti børnum og ungum.

Felagið hevur luttikið í arbeiðinum at gera eina Krabbameinsætlan fyri Føroyar, sum Heilsumálaráðið hevur staðið fyri. Ætlanin var liðug fyri einum góðum ári síðani.

Í álitinum verða nógv viðurskifti lýst og greinað, eisini tá tað snýr seg um børn og ung, sum verða rakt av krabbameini.

Mælt verður til at  lógarfesta skipaða hjálp til børn og ung, sum eru avvarðandi. Hetta er eitt arbeiði, sum eigur at verða gjørt tvørtur um fleiri aðalráð.

Eisini verður mælt til, at allir skúlar og barnagarðar skulu hava eina sorgartilbúgvingarætlan, tá børn og ung eru partur av familju, ið eru rakt av álvarsligari sjúku ella deyða.

Landsstýrismaðurin takkaði fyri kunningina og segði, at hesi viðurskifti fara av verða tikin við í Barnaverkætlanina, sum farið er undir. Hetta er ein verkætlan, har allir viðkomandi partar eru við.