03.05.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

KERVI+ nú samtykt

KERVI+ nú samtykt

Løgtingið hevur í vikuni samtykt lógina um nýggju KT-skipanina KERVI+ ( LM- 089/2023)

Talan er her um eina lestrarfyrisitingarskipan til m.a. fólkaskúlar, miðnámsskúlar, maritimar útbúgvingarstovnar, Heilsuskúlan (heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgving) og Fróðskaparsetrið (hægri útbúgvingar).

Kervi+ hevur m.a. til endamáls at hjálpa skúlum og stovnum at skipa virksemi og tilfeingi, og fevnir hetta í høvuðsheitum um upptøku, ráðlegging og skráseting av undirvísingarvirksemi, eftirmetingar, próvtøkur, leiðslukunning, o.a.

Umframt hetta so tryggjar tann nýggja skipanin, at brúkarin tøkniliga og í aðrar mátar fær eina haldgóða og burðardygga loysn.

Upplýsingar, ið verða skrásettar í Kervi+, eru t.d. upplýsingar um næmingar, fráveru, próvmet, próvtøl, upplýsingar um starvsfólk (lærarar, námsfrøðingar, o.s.fr.), umframt upplýsingar um bygningar og hølir.

Tað er Undirvísingarstýrið, sum hevur dagligu ábyrgdina og umsitingina av skipanini.