06.06.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Íverksetan á breddan

Íverksetan á breddan

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur havt fund við Íverksetarahúsið, sum var umboðað við Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóra, og Magna Thomsen, samskipara.

Tætt samstarv hevur verið millum skúlaverkið og Íverksetarahúsið í meiri enn 10 ár, fyri at næmingar í fólkaskúlanum kunnu gerast meiri tilvitaðir um avbjóðingarnar og møguleikarnar við íverksetan.

Hetta samstarv hevur riggað væl, og Íverksetarahúsið hevur verið við til at skipa læring í íverksetan í skúlum, sum hava havt áhugað fyri tí.

SkúlaFM og luttøka í danmarksmeistarskapinum í íverksetan hevur verið partur í hesum. Føroyskir næmingar hava lært nógv og eisini klárað seg framúr væl. Seinast við at Nexum úr Skúlanum við Løkin gjørdist danmarksmeistari í íverksetan.

Hóast tað gongur væl, so kunnu karmarnir fyri íverksetan í fólkaskúlanum gerast enn betur. Hetta var umrøtt á fundinum.

Landsstýrismaðurin fegnast um, at næmingar so ítøkiliga kunnu læra um íverksetan og ynskir eitt framhaldandi tætt og gott samstarv við Íverksetarahúsið.